TREYTIR

VIÐSKIFTATREYTIR

Sáttmálin Viðskiftartreytir er galdandi fyri allar øll okkara viðurskifti.
Broytingar í navni, bústaði, telduposti ella gjaldsupplýsingum skulu beinanvegin skrivliga fráboðast til ívf Motus.fo á sjopp@sjopp.fo ella boðast frá umvegis heimasíðu okkara. Tú fært eina kvittan fyri tína broyting gjøgnum teldupost.

Sáttmáli og uppsøgn
Sáttmálin er galdandi frá tí degi, tú gerð sáttmálan, og heldur fram til, at tú uppsigur hann, ella tá ið gjalding manglar. Tú kanst siga sáttmálan upp, tá tú vilt, við ávirkan beinanvegin, og tú ert ikki bundin í nøkrum. Tó skal sáttmálin sigast upp, áðrenn vit hava sent viðkomandi levering. Um tú longu hevur móttikið leveringina, skalt tú nýta angrirættin. Uppsøgn skal vera skrivliga til ívf Motus.fo á sjopp@sjopp.fo.

Gjalding
Gjald fyri tænastuna verður tá ið Motus.fo (sjopp.fo) hevur avgreitt tína uppsetan og nethandilin er komin upp at koyra. Rokning verður send  við upplýsingum um, hvat upphæddin er, og hvat bíleggingin inniheldur.

Tín bílegging verður vanliga avgreidd tann fyrsta gerandisdagin eftir tína bílegging. Hetta er eisini galdandi fyri aðrar veitingar.

Broyting av gjaldsupplýsingum á onkran hátt broytir gjaldsupplýsingar, er tað týdningarmikið, at tú boðar okkum frá tí. Um tú ikki boðar frá broyting av tínum upplýsingum, hevur Motus.fo (sjopp.fo) ikki møguleika at senda tær rokning fyri tína bílegging, og tú fært onga tænastu frá okkum. Um tú ert í iva, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á sjopp@sjopp.fo.

Broyting av treytum fyri viðskiftið
Broytingar av hesum sáttmála, sum eru til fyrimunar fyri kundan, herundir prís- og gjaldarniðurskurð, kunnu gerast av Motus.fo (sjopp.fo) uttan fráboðan. Broytingar av hesum sáttmála, sum eru til ófyrimun fyri kundan, herundir prís- og gjaldarhækkingar, verða fráboðaðar við minst 15 daga freist.

Tú skal vera fyltur 18 ár fyri at stovna ein sáttmála hjá Motus.fo. Ert tú undir 18 ár, skal Motus.fo hava samtykki frá foreldrum tínum. Tú verður roknaður sum at hava góðtikið broytingarnar, um tú ikki hevur boðað okkum frá øðrum, áðrenn broytingarnar koma í gildi. Galdandi prísir og viðskiftartreytir eru at finna á sjopp.fo.

Mishald
Um tú brýtur tín sáttmála ella viðskiftartreytirnar, hevur ívf Motus.fo rætt til at ógilda tína okkara veiting til tín uttan ávaring.

Viðgerð av persónligum upplýsingum
 Fyri at umsita tíni viðurskift, viðgerð ívf Motus.fo eina røð av upplýsingum um teg, herundir navn, bústað, telefonnummar, teldupost, og onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri tína veiting. Við stovnan av tænastu gevur tú samtykki til, at vit kunnu nýta upplýsingarnar til at umsita tína veiting, eins og til statistisk endamál.